2023-12-08 22:14
Uppsjóvarskipið Norðingur kom í gjárkvøldið til lands við umleið 1.200 tonsum av svartkjafti.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tá ið Norðingur kom undir land, landaði Katrin Jóhanna svartkjaft til Havsbrún, og tí fór Norðingur á Skálafjørðin at bíða.
Norðingur byrjaði at landa til Havsbrún í morgun klokkan seks.
Nøkur fá skip eru í løtuni á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, meðan restin antin hevur fiskað kvoturnar ella eru framvegis á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald