2022-10-25 16:03
Noreg og Russland eru umvegis talgildar samráðingar vlivin samd um fiskiveiðiavtalu fyri 2023.
Hetta skriva norskir miðlar seinnapartin. Millum annað Vg.no.
- Tað er gott at vit hava gjørt fiskiveiðiavtalu við Russland, hóast vit eru í einari serstakari støðu, sigur norski fiskimálaráðharrin Bjørnar Skjæran, sambært norska miðlinum.
Hann sigur, at avtalan tryggjar at fiskaríið í norðurøkinum verður fyrisitið á rætta hátt, og og burðardygg og tryggjar stovnin frameftir.
Russarar boða frá, at um norðmenn seta fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi, kann avtalan verða sett úr gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald