Innanlands

Noyddust í dokk

Jón Kjartansson fekk ein tjúkkan enda um skrúvuna, og mátti bróta túrin av

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2019-03-25 21:17 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

 - Vit royndu eftir svartkjafti í altjóða sjógvi vestanfyri Írland og vóru í holt við at hála, tá vit fingu ein tjúkkan enda av “spektráði” um skrúvuna. Tíverri skaddi hann pakkdósina, so vit máttu bróta túrin av og fara í dokk.

Tað sigur annar av maskinmonnunum umborð á Jón Kjartanssyni, Stéfan Herbertsson.

[object Object]Stefán Herbertsson, maskinmaður (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Aksilin mátti úr og eftirhyggjast, og pakkdósin skiftast. Teir hjá Mest eru nú í holt við at savna alt aftur, og vit vóna at sleppa út úr dokkini á Skála seinni í vikuni, sigur Stéfan.

- Vit báðir maskinmenninir hava tikið hond í ymiskt, meðan vit hava verið her síðani 6. mars. Hetta er eitt gamalt skip, so tað er altíð okkurt at gera, um ein vil tað.

Skipið er umbygt fleiri ferðir og er nú til sølu, tí reiðaríið hevur keypt ein nýggjan Jón Kjartasson. Hetta skipið fiskar tí bara svartkjaft, sigur Stéfan Herbertsson.

Hann sigur eisini, at nú fiskivinnuavtalan millum Føroyar og Ísland er undirskrivað, verður skipið siglt vestur til Miðvágs. Har skal tað liggja til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv og so verður farið aftur til fiskiskap. 

Meðan Jón Kjartansson hevur staðið í dokkini, hava bara tveir maskinmenn verið umborð. Hinir níggju flugu til Íslands.

Jón Kjartansson er bygdur í Svøríki í 1978 og longdur í 1996. Hann er 74 metrar langur, 12 metrar breiður og lastar 2200 tons. Í 1999 fekk skipið ein nýggjan motor, ein 7500 HK. Wartsila.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Skipið hevur eisini kallast Hólmaborg og Eldborg. Tað er reiðaríið hf Eskja á Eskifirði, sum eigur Jón Kjartasson.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag og fekk eitt gott prát við Stéfan og hinar umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder