2023-10-27 20:10
Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, sum kom úr Turkalandi til Klaksvíkar næstseinasta sunnudag fer nú til fiskiskap.
Dimmalætting skrivar á heimasíðuni, at Gadus loysir seint seinnapartin í morgin.
32 mans verða við flakatrolaranum, og farið verður í norskan sjógv at royna.
Gadus er 89 metrar langur, og yvir 18 metrar breiður, og kostaði umleið 450 milliónir krónur at smíða.
Sí eisini: Myndir: Gadus komin heim
Sí eisini: Video: Snotiligi Gadus komin á Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald