Skipasøga

Nýbygging: Fjórða skipið við navninum Finnur Fríði

Tað hava verið tríggir Finnur Fríði í føroyska flotanum, og tann fjórði er ávegis. Umframt at verða tann nýggjasti í røðini, er nýggja uppsjóvarskipið, sum Varðin letur byggja, eisini nógv tað størsta við hesum navninum

Nýggjasti Finnur Fríði er í løtuni í gerð, og skal latast Varðanum fyrst í komandi árið (Mynd: Varðin)

Nýggjasti Finnur Fríði er í løtuni í gerð, og skal latast Varðanum fyrst í komandi árið (Mynd: Varðin)

2023-09-11 17:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Varðin í Gøtu letur í løtuni eitt stórt og framkomið uppsjóvarskip byggja í Skagen, og skipið fær navnið Finnur Fríði, og skal avloysa núverandi Finn Fríða, sum hevur verið í føroyska flotanum síðani 2003.

Tann fyrsti av fýra
Fyrsti Finnur Fríði varð bygdur á Ulstein skipasmiðjuni í Noregi í 1963.

Talan var um eitt línuskip, sum felagið P/f Gøtu Samvinnufelag lat byggja.

[object Object]Fyrsti Finnur Fríði bleiv bygdur í Noregi, og var umleið 52 metrar styttri enn Finnur Fríði, sum Varðin letur byggja í Skagen í hesum døgum (Mynd: Ulstein Skipasmiðjan)

Hesin Finnur Fríði var 36 metrar langur, 7,16 metrar breiður, og 251 bruttotons til støddar. Skipið fiskaði við línu í Grønlandi og New Foundlandi fram til 1982. 

Seinni varð skipið selt til P/f Driftin í Gøtu, og seinni aftur til Havnar, har skipið fekk navnið Koralhav.

Hesin bleiv upphøgdur í 1992. 

Annar í røðini bleiv keyptur úr Suðuroy
Í 1971 bygdu suðuroyingar ein framkomnan kraftblokkara á Tórshavnar Skipasmiðju. 

Skipið fekk navnið Nýborg, og var ein sera framkomin trolari, sum hevði millum annað eina høvðusmaskinu við 1.500 HK, og tveir hjálpimotorar við 125 Hk.

Eisini hevði skipið tvær síðuskrúvur, bæði har frammi og har afturi. Pláss var fyri 15 monnum umborð, og skipið kostaði fimm milliónir krónur at byggja.

[object Object]Annar Finnur Fríði bleiv keyptur úr Suðuroy. Skipið bleiv bygt í 1971, og fekk upprunaliga navnið Nýborg (Mynd: Preben Andersen)

Seinni bleiv skipið selt til Gøtu, har tað fekk navnið Finnur Fríði.

Eftir eina tíð keypti reiðaríið Varðin skip og kvotur, og yvirtók eisini raksturin á skipinum. 

Skipið bleiv útskift í 2003, og upphøgt í 2004. 

Triði var annar nýbygningurin hjá Varðanum
Varðin í Gøtu, sum hevði átt og rikið eldra kraftblokkaran Finnur Fríða í nøkur ár, skrivaði fyrst í hesari øldini undir sáttmála, sum innibar at eitt nýtt og framkomið uppsjóvarskip skuldi byggjast í Noregi.

[object Object]Núverandi Finnur Fríði er bygdur í 2003, og var eitt stórt frambrot tá ið hann kom í føroyska flotan í 2003 (Mynd: Skipsteknisk)

Talan var um eitt knapt 77 metrar langt og 15 metrar breitt uppsjóvarskip, sum Skipsteknisk hevði sniðgivið, og skipasmiðjan Aker Langsten skuldi byggja.

Við hesum nýggja Finnur Fríða tók Varðin eitt rættuliga stórt fet fram í tíðina, og var Finnur Fríði eitt tað størsta skipið av sínum slag tá ið tað kom í føroyska flotan stutt fyri jól í 2003.

Við nýggja Finnur Fríða kundu skip og manning vera longri úti og fiska, og fara á fjarðar leiðir. Manningin fekk eisini munandi betri umstøður umborð og skipið kundi landa fyrsta floks góðsku av makreli, sild, lodnu og svartkjafti. 

Varðin í Gøtu hevði latið undanfarna Trónda í Gøtu byggja í Noregi í 1987, sum var frysti nýbygningurin hjá reiðarínum.

Tann fjórði við navninum byggjast í Skagen
Júst sum núverandi Finnur Fríði fylti 18 ár, tók Varðin avgerð um at undirskriva sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen um bygging av einum stórum og framkomum uppsjóvarskipi.

Nýggja skipið verður heili 88 metrar langt, og knappar 17 metrar breitt.

Samanbera vit tað við núverandi Finnur Fríða, so verður nýggja skipið 12 metrar longri, og 2 metrar breiðari enn núverandi skip við sama navnið.

[object Object]Nýggjasti Finnur Fríði er í løtuni í ger, og skal latast Varðanum fyrst í komandi árið (Mynd: Varðin)

Nýggi Finnur Fríði skal tó framvegis fiskað makrel, sild, lodnu og svartkjaft, sum verður landaður bæði til matna og ídnað.

Nýggi Finnur Fríði er teknaður og sniðgivin í tøttum samstarvið millum Varðan og Karstensens skipasmiðjuna, og hevur reiðaríið lagt stóran dent á, at skipið skal verða tíðarhóskandi.

[object Object](Mynd: Varðin)

Her verður hugsað um umstøðurnar hjá manningini, og atlit tikið til umhvørvið, og nýggi Finnur Fríði verður sera umhvørvisvinarligur.

Kostnaðurin fyri nýggja Finnur Fríða er umleið 350 milliónir krónur, og eftir ætlan skuldi skipið latast Varðanum í januar í 2024, men av tí at skipið er seinkað eitt sindur úr Póllandi, verður tað helst ikki fyrr enn seint út á várið 2024, at skipið kemur flagskrýtt til Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder