Føroyingurin Gullak Madsen, sum býr í Hirtshals, letur í løtuni eina nýggja og stóra Ruth byggja.
Talan verður um størsta fiskiskip í danska flotanum, og skrokkurin er nú komin væl ávegis.
Skrokkurin, sum verður gjørdur í Gdynja í Póllandi er málaður, og nú manglar sum so bara at seta brúnna á, og síðan verður skrokkurin sleipaður til Skagen, har skipið skal gerast liðugt á Karstensens skipasmiðjuni.
Nýggja Ruth verður knappar 90 metrar lang, og 17 metrar breið, og skrokkurin verður líka sum tann hjá nýggja Christian í Grótinum.
Hetta er næsti nýbygningurin, sum Gullak Madsen letur byggja í Skagen.
Undanfarna Ruth, sum Gullak Madsen lat byggja í 2016, varð seld til Noregs í fjør, og í tí sambandi yvirtók Gullak Madsen eitt eldri nótaskip, sum skal fiskakvoturnar til nýggja Ruth eftir ætlan verður latin eigarunum í juni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald