Reiðaríið Krossbrekka, sum er dótturfelag hjá Varðanum, hevur skrivað undir sáttmála um nýtt uppsjóvarskip.
Talan er um 18 ára gamla Finnur Fríða, sum nú verður skiftur út. Nýggi Finnur Fríði verður 88 metrar langur og 16,50 til 17,50 metrar breiður.
Finnur Fríði frá 2003 verður nú skiftur út (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er Karstensens skipasmiðjan, sum byggir skipið, og skrokkurin verður eftir ætlan í Skagen í juni 2023. Skipið verður liðugt og handað eigarunum í januar 2024.
Skipið er sostatt eitt lítið sindur minni í stødd enn nýggi Christian í Grótinum, sum er 90 metrar langur og 17 til 18 metrar breiður. Nýggi Christian í Grótinum verður liðugur í januar/februar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald