Hósdagin klokkan 16 kemur nýggi verksmiðjutrolarin hjá partafelagnum Havborg á Havnina. Hann leggur at á Eystarubryggju, har móttøka verður.
Onkrar talur verða hildnar, og verksmiðjutrolarin verður doyptur. Aftaná sjálvt hátíðarhaldið verður høvið at koma umborð at síggja nýggja trolaran.
Trolarin er smíðaður á Tersan skipasmiðjuni í Turkalandi. Hann er 87,5 metrar langur, 18 metrar breiður, og 11 metrar djúpur.
Motorurin er ein 7.320 KW Wartsila
Hendan fyrsta túrin fara teir í Barentshavið at fiska rækjur, og skipari verður annaðhvørt John Mikkjal Godtfred ella Jákup Joensen.
20 mans verða við fyrsta túrin.
Nýggi verksmiðjutrolarin tekur eini 900-1000 tons av rækjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald