Innanlands

Oknin sum nýggj

Garnaskipið kom í morgun aftur úr Peterhead, har tað er sandblást og metaliserað

Oknin (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Oknin (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-09-02 17:57 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í morgun kom garnaskipið Oknin aftur úr Peterhead í Skotlandi, har hon er sandblást og metaliserað.

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Hon var reyð, tá hon fyri árum síðani var keypt úr Norra, men er nú svørt, sum eisini var liturin á gomlu Oknini.

- Hóast Oknin er frá 1978 er hon í sera góðum standi. Teir á skipasmiðjuni í Peterhead søgdu, at stálið í Oknini var betri enn á nógvum 15 ára gomlum skipum, sigur reiðarin Bentze Thomsen.

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Nú skal maskinverkstaðurin Mekanik í Runavík seta útgerðina umborð aftur, sum varð tikin úr skipinum áðrenn tað fór til sandblásingar. Tá tað arbeiðið er liðugt, fer Oknin aftur á svartkalvaveiðu undir Føroyum.

Oknin var reyð tá hon varð keypt til Føroya úr Noreg (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder