Línuskipið Polarstjørnan verður løgd. Tað upplýsir Hanus Hansen, reiðari, fyri Norðlýsinum.
- Vit hava ikki nokk av fiskirættindum. Polarstjørnan hevur trettan fiskidagar og Pison ongan dag eftir. So vit hava lagt feløgini sum eiga skipini saman, og felagið sum eigur Pison heldur fram og fer at fiska tey rættindi, sum Polarstjørnan hevur havt.
- Tað hevur við at Pison fer at hava tað rímiliga gott meðan Polarstjørnan verður liggjandi, sigur Hanus Hansen við Norðlýsið.
Sjófeingislógin ger, at reiðaríið ikki kann keypa fleiri dagar. Hetta tí Hanus Hansen er parteigari og hann eigur longu so mikið nógv í vinnuni.
Pison (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald