Innanlands

Øll manningin send til hús

30 menn á Sjúrðarbergi eru uppsagdir

Sjúrðarberg er bygdur á Skála skipasmiðju í 1987, og hevði upprunanavnið Skálafjall (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Sjúrðarberg er bygdur á Skála skipasmiðju í 1987, og hevði upprunanavnið Skálafjall (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-02-08 12:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Øll manningin á flakatrolaranum Sjúrðarberg er send tl hús. Tað váttar Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, fyri Frihedsbrevet, sum skrivar um uppsagnirnar í dag.

Minkaðar kvotur og nýggjur Gadus skulu vera orsøkin til uppsagnirnar á skipinum  hjá JFK, sum kom til Føroya í 2020. Í uppsagnarskrivinum til manningarnar verður upplyst, at kvoturnar eru minakaðr umleið 50 prosent seinastu trý árini.

JFK hevur 47 prosent av føroysku kvotuni í Barentshavinum. Restin av kvotuni verður býtt millum Akraberg, sum hevur 29 prosent, og Enniberg, sum hevur 24 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder