Innanlands

Ovurstórur áhugi fyri sildafløkum

Varðin Pelagic gav í gjár áleið 500 posar av feskum sildafløkum latnir út á Tvøroyri. Tað er gott tvey tons av rundari sild

(Mynd: Varðin Pelagic)

(Mynd: Varðin Pelagic)

2022-11-11 18:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í ár var áhugin eftir sildafløkum frá Varðanum Pelagic ovurstórur.

Í fjør varð avgjørt fyri fyrstu ferð at lata ókeypis sildafløk til almenningin, men óvist hvar um áhugi var fyri hesum millum fólk.

- Til okkara ovfarni var áhugin sera stórur. Undirtøkan til sildahandanina var somikið góð, at vit so avgjørt vildu endurtaka tiltakið í ár, sigur Varðin Pelagic.

Og aftur í ár var áhugin at fáa sildafløk ovurstórur. Áleið 500 posar av feskum fløkum vórðu útlatnir á Tvøroyrar havnarlagi seinnapartin í gjár. Tað svarar til eitt gott tons av sildafløkum og áleið 2,1 tons av rundari sild.

Útlatna sildin varð fiskað millum Føroyar og Íslands av Finni Fríða, ið kom inn at landa 1.600 tons gjáramorgunin.

Til høvið gjørdi Gutti Winther tvær leskiligar uppskriftir til stokt sildafløk. Hesar uppskriftir eru at finna á Facebooksíðuni hjá Varðanum Pelagic.

Næstan øll sildafløkini vórðu heintaði. Tað, ið leyp av, er latið Suðuroyar Sjúkrahúsi, verður sagt av Varðanum Pelagic.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder