Innanlands

Pakkarnir gleða sjófólkið

At pakkarnir gleða sjófólkið, kann eg skriva undir uppá, og eg vil fegin takka øllum, sum lata pakkar til sjófólkið, sigur Jógvan Elias O. Davidsen

Jógvan Elias O. Davidsen, stýrimaður (Mynd: Sjómansmissiónin)

Jógvan Elias O. Davidsen, stýrimaður (Mynd: Sjómansmissiónin)

2024-01-02 18:56 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í 2021 helt farmaskipið Akranes jól í Rotterdam. Skipið var í dokk, har ymiskt viðlíkahald varð gjørt. Jólaaftan fekk manningin eina góða máltíð, áðrenn jólaløtan við pakkum frá sjómanskvinnuringunum varð hildin.

- Tá fekk eg pakka frá konu úr Havn, sum kallaðist Sólrun Poulsen. Eg var glaður fyri pakkan og fann eina heimasíðu á netinum. Har kundi eg velja mynd og skriva heilsan á eitt digitalt postkort, sum eg sendi til Post Nord í Danmark, um eg minnist rætt. Post Nord sendi so postkortið við postinum til Sólrun. Tað sigur Jógvan Elias O. Davidsen, stýrimaður.

- Tá sjómanskvinnuringurin í Havn kom saman í januar 2022, tosaðu tær um, um nøkur teirra hevði fingið takkarkort. Tá segði Sólrun, at hon hevði fingið takkarkort frá einum, sum sigldi við Akranesi, og sum kallaðist Jógvan Elias. Teir høvdu hildi jól í Rottardam. Tá segði ein av kvinnunum, at hon arbeiddi saman við konu hansara, sigur hann.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Tað var hugaligt, tí eg fekk heilsan aftur frá Sólrun, ígjøgnum konina, sum arbeiddi saman við konu míni.

At pakkarnir gleða sjófólkið, kann eg skriva undir uppá, og eg vil fegin takka øllum, sum lata pakkar til sjófólkið, sigur Jógvan Elias, sum nú siglir sum yvirstýrimaður við Mykines, og helt jól heima í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder