Innanlands

Partrolarar hava góðan fiskiskap eftir upsa

Stelkur og Bakur hava landað 275.000 pund av upsa í Runavík

Stelkur og Bakur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Stelkur og Bakur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-03-21 20:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Stelkur og Bakur, hava í dag landað 275.000 pund av góðum upsa til Faroe Origin í Runavík.

Parið hevur fiskað eystanfyri Føroyar hendan túrin, og fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.

Í Klaksvík landaðu Polarhav og Stjørnan í dag.

Parið hevði umleið 300.000 pund av góðum upsa, sum varð landaður til Kósina í Klaksvík.

Bæði pørini hava fiskað eystanfyri hendan túrin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder