Granskingarráðið: Tvær ph.d. verkætlanir eru higartil fíggjaðar av Havgranskingarskránni í Norðuratlantshavi, sum Granskingarráðið umsitur fyri donsku stjórnina. Á verkstovu fyri samstarvspartarnar í granskingarskránni í Nuuk í farnu viku løgdu ph.d. lesandi fram fyribils úrslit av verkætlanunum.
Sara De Clerck greiddi frá ferðing hjá skjórutum springara. Fyri fyrstu ferð er beinleiðis samband millum útbreiðsluøkið við Føroyar og í Eysturgrønlandi ávíst við merkingum. Hon greiddi eisini frá menning av arbeiðsháttum at greina aldur og nøring hjá grind og springara.
Costanza Capelli greiddi frá, hvussu tilgongdin av ungfiski til svartkjaftastovnin kann framsigast. Vindviðurskiftini eitt ávíst ár ávirka havumhvørvið í gýtingarøkinum vestan fyri bretsku oyggjarnar árið eftir, sum síðani stýrir tilgongdini.
Á verkstovuni vóru fyribils úrslit frá tilsamans fýra verkætlanunum, sum byrjaðu í 2022, løgd fram. Eisini varð greitt frá tveimum verkætlanum afturat, sum hava fingið játtan í ár og fara í gongd skjótt.
Endamálið við Havgranskingarskránni í Norðuratlantshavi er at at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald