Innanlands

Polar Amaroq landar makrel í Føroyum

Polar Amaroq skal landa frysta makrelin í Kollafirði og slógv til Havsbrún í Fuglafirði

Polar Amaroq (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Polar Amaroq (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-13 18:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski verksmiðjutrolarin Polar Amaroq er komin inn, og skal landa í Fuglafirði og í Kollafirði.

Í Fuglafirði skulu teir landa 500 tons av slógvi til Havsbrún, og í Kollafirði skulu teir landa 560 tons av frystum makreli.

Polar Amaroq hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar, og fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder