
Grønlendski trolarin Polar Nanoq kom í morgun á Kollafjørð, har teir skulu landa.
Polar Nanoq hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir hava 700 tons av frystum makreli, sum teir skulu landa í Kollafirði.
Fleiri grønlendsk skip fiska makrel í altjóða sjógvi, og veiðan verður landað í Føroyum.
Grønlendska makrelkvoten er hækkað úr 60.000 tonsum upp í 70.000 tons.
Heimasíðan hjá Kringvarpinum skrivar, at ES nú hóttir við at seta handilstiltøk í móti Grønlandi, og Íslandi, sum eisini hevur hækkað sína makrelkvotu.
Íslendska makrelkvotan er í ár hækkað 33.000 tons - úr 107.000 tonsum til 140.000 tons.
Grønland og Ísland eru ikki partar av avtaluni millum ES, Føroyar og Norra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald