Innanlands

Polarhav og Stjørnan landaðu í gjár

Partrolararnir fiska gulllaks í løtuni

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2018-07-11 08:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Polarhav og Stjørnan landaðu í Klaksvík í gjár.

Parið landaði umleið 170 tons av gulllaksi til Kósina í gjár, sum síðan var koyrdur í bilum til Leirvíkar, har hann skuldi virkast hjá Tavuni.

Polarhav og Stjørnan hava hendan túrin roynt í eina viku, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið parið hevði landað, fór tað nýggjan túr eftir gulllaksi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder