Innanlands

Rókur og Lerkur landa í Runavík í dag

Partrolararnir landa til Faroe Origin

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2018-08-07 17:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Rókur og Lerkur komu á Runavík í gjár, har teir skulu landa.

Talan hevur verið um góðan fiskiskap, og upplýst verður, at parið hevur umleið 280.000 pund, og at meginparturin av veiðuni er toskur.

Hjá Faroe Origin hava tey havt úr at gera higartil í vikuni. 

Stelkur og Bakur landaðu í gjár, og hevði parið 240.000 pund, har meginparturin av veiðuni var upsi.

Umframt tvey pør, so landar djúphavstrolarin Rankin umleið 20.000 pund av svartkalva til Faroe Origin í dag. Rankin kom á runavík tíðliga í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder