- Endamálið við verkætlaninni, er at finna útav, hvussu føroyski fiskiflotin fær manning, og um eitt ávíst mynstur sæst aftur í útveganini. Ein vælvirkandi manningarskipan er grundarlagið undir øktari virðisøking á fiskivinnuøkinum í framtíðini. Lítið av tilfari er at finna um hetta evnið í Føroyum, men líknandi granskingar eru gjørdar aðrastaðni, eitt nú í Noregi. Av hesi ársøk meta vit, at tað hevði verið áhugavert at greinað og kannað evnið gjøllari.
Soleiðis innleiðir Rósa Olsen, úr Fuglafirði, spurnarblað sítt til føroyskar fiskimenn.
- Eg lesi til fiskivinnufrøðing og eri í holt við endaligu serritgerðina. Hon skal latast inn til lærda Fiskivinnuháskúlan í Tromsø í mai og kallast: “Kanning um útvegan av manning til fiskiskap undir Føroyum”.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Eg var tí umborð á fleiri føroyskum fiskiskipum, tá tey fóru aftur til fiskiskap í hesum árinum. Tíbetur játtaðu teir flestu av manningunum at svara teimum 31 spurningunum; tí, jú fleiri svara, jú betri eftirfarandi er kanningin. Teir skuldu “bara” lesa teir 31 spurningarnar ígjøgnum og so seta kross við tað svarið, sum teir hildu, passaði best. Tað tók teimum umleið 15-20 minuttir at lesa og svara, sigur Rósa.
- Flestu sjómenn og fólk yvirhøvur, vita, hvussu skiparar fáa fatur á manning til skipini, men er nøkur kanning gjørd um tað? Tað er tað, hendan kanningin skal finna út av, sigur Rósa.
170 mans svaraðu spurningunum, og har ímillum vóru hesir:
Hvønn skipabólk hoyrir skipið, tú ert við, til, hvussu nógvum fiskiskipum hevur tú siglt við, hevur tú arbeitt í aðrari vinnu, hvar sært tú teg arbeiða um fimm ár, hvønn miðil nýtir tú, tá tú útvegar tær nýtt sjófólk, hevur tú, ella hevur tú havt kvinnur sum manning, og hevur tú havt útlendingar sum manning?
Rósa var umborð á fleiri skipunum samstundis sum andakt var. Tað var eitt gott høvi at hitta manningarnar og fáa teir at svara spurningunum.
Rósa sigur eisini, at kanningin møguliga verður nýtt sum støðið undir eini blaðgrein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald