Uttanlands

Ruth seld til Russlands

Danska uppsjóvarskipið Ruth er seld til Russlands

Mynd: Pol M Jensen

Mynd: Pol M Jensen

2021-02-24 06:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Ruth er nú seld til Russlands.

Talan er um avloysaraskipið, sum Gullak Madsen fekk í einum umbýtingarhandli í sambandi við at hann seldi gomlu Ruth til Norra.

''Gamla'' er tó í so nógv sagt, tí skipið var einans trý ár tá ið keypsáttmáli varð undirskrivaður við norsku keypararnar.

Gullak Madsen fekk eitt eldri norskt uppsjóvarskip hjá keyparanum, sum hann kundi brúka til at fiska kvoturnar til hann skuldi yvirtaka eina nýggjari og størri Ruth frá Karstensens Skibsværft í Skagen.

Nú er verkætlanin komin so langt ávegis, at skrokkurin til nýggju Ruth er komin til Skagen, har skipið skal gerast liðugt, og tí er ikki tørvur á avloysara skipinum longur, sum nú also er selt til Russlands.

[object Object]
Ruth í Hirtshals síðsta summar (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Nýggja Ruth skal eftir ætlan handast føroyinginum Gullak Madsen í august í ár.

Hóast skipið fær russiskar eigarar, so fer skipið framvegis at hava navnið Ruth, tó verður heimstaðurin skiftur út frá Hirtshals til Portsmouth. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder