Sambandsflokkurin ger nú eina roynd at bjarga størvunum í alivinnuni, sum eru hótt orsaka av tøkugjaldinum til alivinnuna. Tað er serliga starvsfólkini á virkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum, sum óttast fyri teirra støðu orsakað av tøkugjaldinum.
Sambandsflokkurin hevur nú mist trúnna upp á, at samgonguflokkarnir eru til reiðar at koma hesum fólkum á møti, og hevur tí lagt uppskot fyri tingið um broyting í løgtingslógini um loyvisgjøld á alivinnu.
Uppskotið snýr seg í stuttum um eitt undantak, sum ljóðar: “Fyri aldan laks, ið verður nýttur til víðari framleiðslu, eigur tøkugjaldið ongantíð at vera meira enn 7,5 prosent.”
Sambandsflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at flokkurin við hesum vil tryggja, at tað framhaldandi skal loysa seg at meirvirka aldan laks í Føroyum. Flokkurin vísir á, at nýggi tøkugjaldsstigin, sum Løgtingið samtykti í mai í ár, er ein forðing fyri, at laksaúrdráttir verða meirvirkaðir, og tí er neyðugt at broyta lógina, við at seta eitt loft í tøkugjaldið fyri tann laksin, ið verður nýttur til víðari framleiðslu.
- Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri, at øll víðari framleiðsla dettur niðurfyri, og hundraðtals arbeiðsfólk missa arbeiði, sigur Sambandsflokkurin.
Ein rímiliga stórur partur av aliframleiðsluni í Føroyum er farin til sokallaðu VAP framleiðsluna. Hesir meirvirkaðu laksaúrdráttir verða seldir eftir langtíðarsáttmálum, ið vanliga galda í 3-12 mánaðir. Tí er tað avgerandi fyri, um vit framhaldandi kunnu hava eina meirvirking í føroysku alivinnuni, at fyri tann partin av laksaframleiðsluni, sum fer til meirvirking, verður ásett eitt loft í tøkugjaldinum.
- Hetta loftið skal bara vera galdandi fyri ta mongdina av framleiðsluni, ið verður brúkt til víðari framleiðslu, sigur Sambandsflokkurin.
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum bleiv lagt fyri løgtingið á tingfundinum í gjár, og sambært skránni fyri komandi tingfundir, fer Løgtingið at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum 7. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald