2018-09-04 11:25
Stóri sleiparin hjá skipasmiðjuni Mest, Samson, verður nú málaður kommunugulur og reyður.
Sami litur sum hinir sleipararnir hjá Mest hava.
Sleiparin, sum Mest keypti í 2016 hevur munandi størri togmegi enn aðrir sleiparar í landinum. Togmegin á Samson er 40 tons, sum er umleið tríggjar ferðir togmegina hjá hinum sleiparunum.
Samson er bygdur í 1999 og er 191 bruttotons til støddar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald