Innanlands

Sandshavið liðugt málað á Skála

Frystilínuskipið Sandshavið kom í dag á Havnina, eftir at skipið er mála á Skála

Sandshavið er vatnblást og hevur fingið nýggjar litir hjá Mest á Skála (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Sandshavið er vatnblást og hevur fingið nýggjar litir hjá Mest á Skála (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2024-08-15 21:39 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hevur frystilínuskipið Sandshavið ligið á Skála, har ymiskt er gjørt við skipið. Eitt nú er skipið vatnblást og hevur fingið nýggjar litir.

Sandshavið hevur verið á bedingini og hevur fingið umfatandi yvirflatuviðgerð - við hátrýst vatnblásing, grundmáling og so endaligt har skipið verður málað.

Somuleiðis verða minni arbeiðir eisini framd umborð. 

Hetta arbeiðið hevur tikið nakrar vikur, og Sandshavið skal nú riggast til at fara aftur til fiskiskap.

Sandshavið kom í føroyska flotan í mai í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder