2022-09-16 12:02
Brimil fekk um hálvgun fýra tíðina seinnapartin í gjár boð um at Sandshavið skuldi hava sleip til lands.
Frá MRCC frætta vit, at skipið hevur maskintrupulleikar.
Sandshavið var annars á fyrsta túrinum síðani línuskipið varð keypt til Føroya úr Íslandi síðst í mai mánað. Loyst varð síðsta leygardag og ætlanin var at vera einar 10 dagar burtur.
Fyri løtu síðani kom Brimil á Havnina við Sandshavinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald