- Árið er brúkiligt, men ikki líka gott sum í fjør. Vit hava fiskað minni, og so hevur prísurin verið lægri enn í fjør. Tað sigur Bethuel Johannesen, skipari á Klakki.
Í morgun landaði frýstlínuskipið Klakkur 140 tons av avhøvdaðum fiski í Klaksvík. Teir høvdu roynt í fýra vikur undir Føroyum og á Íslandsrygginum. Líggjas Johannesen var skipari. Longu áðrenn døgurða fór Klakkur avstað aftur og nú er bróðurin, Bethuel Johannesen skipari.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun við jólapakkum, og fekk tá eitt prát við Betuel.
Spurt var millum annað, hvussu árið hevur roynst?
- Árið er brúkiligt, men ikki líka gott sum í fjør. Vit hava fiskað minni, og so er prísurin lægri enn í fjør. Fyrra hálvárið var gott, og tá royndu vit uttanfyri Føroyar. Seinna hálvárið er soltið, tí vit royna við Føroyar, og her er sera smáligt við fiski. Tí etur seinna hálvár fyrra hálvár upp, og ov lítið liggur eftir, sigur Bethuel.
- Tí er tað nógv meiri spennandi at fiskað aðrastaðni, enn við Føroyar. Grundin er einfald hon, at tað er skjótari at fiskað aðrastaðni, tí tað er nógv meiri fiskur at fáa. Fyri okkara viðkomandi er tað ongastaðni so vánaligur fiskiskapur sum við Føroyar. Tað sama siga skipararnir á hinum línuskipunum, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Grundin fyri vánaliga fiskiskapinum við Føroyar er ikki, at heimaflotin hevur ovurfiskað stovnarnar, tí hann er bara ein brøkpartur av tí, hann var fyri árum síðani.
Fyri umleið tjúgu árum síðani vóru umleið 25 línuskip og nú eru 10, og umleið 100 útróðrarbátar, og nú eru kanska 20, og yvir 20 trolbátar og nú eru 6, sigur Bethuel.
Hann hevur sín varðhuga av, hví tað er so smáligt við fiskiskapi við Føroyar, men vil ikki rópa hart um tað.
Hann sigur, at teir eru glaðir fyri Klakk, sum hevur riggað væl. Tvær manningar á 17 mans hoyra til skipið, og teir fara avstað aftur sama dag sum teir landa.
Hann sigur eisini, at mennirnir eru glaðir fyri jólapakkarnar, sum teir vanliga pakka upp síðsta dag teir eru úti áðrenn jól. Klakkur landar aftur 22. desember, so jólaløtan verður 21. desember.
Teimum á Klakki og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald