Innanlands

Sigla til fleiri lond

Rutan verður uppbygd alla tíðina, og nú byrja vit eisini at fáa vøru heim aftur við úr Russlandi, Póllandi og øðrum londum har á leið, sigur Jóhan Hendrik Vík, skipari á Eystnesi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-06-14 10:12 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava koyrt vøru í land her í Runavík. Nú liggja vit og bíða, til vit skulu til Havnar at lasta farm til Scrabster í Skotlandi. Tað er friðaligari at liggja í Runavík enn í Havn, tí har koma nógv skip, og tí mugu vit flyta av og á. Her liggja vit í friði.

Tað sigur Jóhan Hendrik Vík, skipari, á Eystnesi, sum hósdagin lá á Runavík.

- Vit sigla fríggjadag av Havnini til Scrabster í Skotlandi, so til Hirtshals og so heimaftur til Føroyar. Hetta er ein ruta, sum vit og systurskipið, Hvítanes, skiftast um at sigla. Vetrarhálvuna sigla vit eisini av og á til St. Pætursburg við frystum pelagiskum fiski. So eg kann siga, at vit sigla uppá fleiri lond,- sigur hann.

- Rutan verður uppbygd alla tíðina, og nú byrja vit eisini at fáa vøru heim aftur við úr Russlandi, Póllandi og øðrum londum har á leið. Tað hevur verið nóg mikið at siglt við, so tað vóna vit eisini frammyvir. Vit eru níggju mans umborð, og eg haldi, vit trívast væl. Hvítanes er í dokk í Danmark fyri tíðina, og Eystnes skal aftaná,- sigur Jóhan Hendrik.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í Runavík. Tá var drekkasteðgur, og so var eisini tíð og møguleiki við einum Guds orði og bøn í messuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder