Sum hoyringspartur í sambandi við álegging av tilfeingisgjaldi fer Føroya Skipara- og Navigatørfelag harðliga at mótmæla, at manningarnar umborð á skipunum skulu vera partur av tí, sum reiðaríið skal rinda til tað almenna fyri tey kvoturættindi, sum skip teirra hava ella fáa.
- Felag okkara hevur ta greiðu fatan, at tað er rættindahavarin og harvið kvotueigarin, sum eigur hesi rættindi, ið eisini eigur at rinda alt tilfeingisgjaldið, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Hann vísir til grein 1 í “Løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap,” har tað stendur, at “Eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda veiðigjald av veiði av makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum”.
- Hetta kann ikki skiljast øðrvísi, enn at tað bara er eigarin og harvið ábyrdarin av fiskifarinum, ið fiskar av rættindunum, sum Føroyar ráða yvir, ið skal gjalda ásettu veiðiavgjøld, sigur Annfinnur Garðalíð.
Formaðurin í felagnum hjá skiparum og navigatørum, ið sigla við føroyskum fiskiskipum, staðfestir harvið, at veiðiavgjaldið á ongan hátt eigur at verða trekt av við kassa 1 ella av óbýttum, men skal staðsetast longur niðri í roknskapinum hjá tí einstaka reiðarínum.
Viðvíkjandi útrokning av veiðigjaldi, sum verður umrøtt í grein 9 í lógini, er Føroya Skipara- og Navigatørfelag av teirri fatan, at tá ræður um at krevja inn veiðiavgjald, er tað rættari at brúka nevnda uppskot við stigvísum prosentparti av søluprísinum fyri ymisku fiskasløgini, heldur enn fast oyru- og krónugjald fyri hvørt kilo av fiski.
Felagið mælir til, at veiðuavgjaldið verður kravt inn á annan hátt, enn at trekkja tað frá landingarsøluvirðinum. Um ikki hetta verður gjørt, er tað at rokna sum brot á sáttmálan millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, vísir formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag á.
Felagið heitir tí á politiska valdið um at broyta lógina soleiðis, at pelagisku fiskasløgini – eftir at tey eru fiskaði – kunna bjóðast út um eina uppboðssølu, har veiðan hevur størsta søluvirðið. Hetta fyri at umgangast vertikal intigratións trupulleikan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald