Innanlands

Sjúrðarberg komin aftur úr Grønlandi

Sjúrðarberg hevur verið burtur í umleið hálvan annan mánað

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2018-07-18 22:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Sjúrðarberg kom seinnapartin í dag aftur til Føroyar.

Sjúrðarberg, sum seinastu tíðina hevur verið og gjørt arbeiðið fyriGrønlands Naturinstitutt, kom aftur til Føroyar í dag.

- Sjúrðarberg kom aftur í dag, og teir fóru beint á Havnina, har teir hava gjørt okkurt smátt arbeiðið, og so koma teir til Klaksvík í morgin, upplýsir Hanus Hansen, reiðari.

Vit spurdu reiðaran, um teir høvdu fingið nakað nýtt boð uppá Sjúrðarberg, men reiðarin sigur at har er einki ítøkiligt júst nú.

Hanus Hansen hevur áður sagt, at fær felagið eitt nóg gott boð, so verður skipið selt, av tí at parturin hjá JFK er minkaður so nógv í Barentshavinum, eftir at fiskivinnunýskipanin kom í gildi.

Støða er enn ikki tikin um Sjúrðarberg nú skal riggast til fiskiskap í Barentshavinum, upplýsir reiðarin fyri Portalinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder