2018-10-31 13:56
Um eitt tíðina í nátt boðaði trolbáturin Skálfossur frá, at teir høvdu fingið um skrúvuna. Tað skrivar Vørn á heimasíðuni.
Teir vóru tá staddir norðanfyri, og Brimil kom til Skálfoss um 4 tíðina í nátt.
Klokkan 09 í morgun kom Brimil á Fuglafjørð við Skálafossi, og kavarar fóru niður og skóru av.
Skálafossur var á veg til fiskarí tá teir fingu um skrúvuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald