Innanlands

Skipini fáa framvegis nógva sild

Skipini landa til tey ymsu virkini kring landi

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-06 06:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini hava seinastu tíðina fiskað sild í føroyskum sjógvi.

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna hevur júst landað 470 tons av sild, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi til uppsjóvarvirkini Snarfrost í Miðvági og Vestmanna Seafood í Vestmanna. Teir landaðu umleið helvtina í Miðvági, og hina helvtina í Vestmanna.

[object Object]

Hoyvík - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Teir vórðu lidnir at landa í kvøld, og eru farin aftur á sildaveiðu í føroyskum sjógvi.

í Fuglafirði hevur Hoyvík landað 300 tons, og fóru teir aftur til fiskiskap seinnapartin.

Jupiter, er ávegis inn við 1200 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi, og skulu teir landa til Pelagos í Fuglafirði.

[object Object]

Jupiter - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Norðingur kom á Kollafjørð í dag, har teir skulu landa 1200 tons av sild til Faroe Pelagic, sum teir eisini hava fiskað í føroyskum sjógvi.

[object Object]

Norðingur - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Tummas T kom í nátt á Tvøroyri við 1100 tonsum av góðari sild, sum teir landa til Varðan Pelagic.

Sum heild lata skipini at góðum fiskiskapi, men lítið og einki er at síggja av makreli fyri tíðina.

[object Object]

Tummas T - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder