Innanlands

Skipini hava rakt við svartkjaft í føroyskum sjógvi

Føroysku uppsjóvarskipini eru nú mest sum øll farin á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi

Tróndur í Gøtu loysti av Runavík seinnapartin í dag (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu loysti av Runavík seinnapartin í dag (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-04-14 22:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Boð komu í gjár frá svartkjaftafeltinum sunnanfyri Føroyar um, at skipini høvdu rakt við svartkjaft.

Tróndur í Gøtu, sum er eitt av skipunum hjá Varðanum loysti seinnapartin í dag, eins og Norðingur og Borgarin úr Klaksvík.

Hini skipini, sum eru á feltinum eru Næraberg, Fagraberg, Gøtunes, Christian, og Arctic Voyager, meðan Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Norðingur og Borgarin eru ávegis á svartkjaftafeltið.

Fleiri íslendsk, russisk og eitt grønlendsk skip fiska eisini svartkjaft í Føroyskum sjógvi í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder