Ringa veðrið ger at flestu uppsjóvarskipini hava valt at bíða við at loysa.
Í Runavík liggja skipini Finnur Fríði, Gøtunes, Tummas T, Ango og grønlendska skipið Tasiilaq.
Finnur Fríði hevur júst landað sild til Varðan Pelagic, og kom á Runavík mánakvøldið.
Við Ánirnar liggja Christian í Grótinum, Norðingur, Norðborg og danska uppsjóvarskipið Asbjørn.
Í Kollafirði liggja skipini Jupiter, Gamli Jupiter, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.
Í Havn liggja skipini Katrin Jóhanna og Birita.
Hósast flestu uppsjóvarskipini bíða, so eru tað nøkur, sum eru til fiskiskap í løtuni.
Fagraberg og Tróndur í Gøtu eru á sildaveiðu í íslendskum sjógvi og Arctic Voyager er á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, har eisini nøkur íslendsk skip og eitt grønlendskt skip fiska í løtuni.
Sildakvoturnar hjá skipunum byrja at verða fiskaðar og tá ið kvoturnar eru fiskaðar fara skipini á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald