Í 1950-unum átti og førdi Karl Gaardlykke, í Saltangará, sluppina, Lizzie. Síðsta setan á tí eina túrinum, hava eldri menn á eystara armi á Skálafjørðinum tosað um av og á.
91 ára gamli Samson Thomsen, í Saltangará, var stýrimaður, og hann greiðir soleiðis frá.
- Tað var óivað í 1958. Vit høvdu roynt undir Føroyum við línu, og fiskiskapurin var einki at rópa upp um. Vit nýttu sissallínu, og minnist meg rætt, so vóru tær 150 favnar og høvdu umleið 150 húkar. Vit egndu fyri tað mesta við sild, sigur Samson.
- Túrurin var við at vera liðugur, og vit vóru byrjaðir at egna síðstu setuna. Tá gjørdist veðrið so mikið vánaligt, at skiparin, Karl Gaardlykke, gjørdi av at fara inn á Skálafjørðin at seta tær línur, sum vóru egndar. Línumenn kalla tað at “egna av”. Eg minnist ikki, hvussu nógvar tær vóru, men kanska eini 40 línur, sigur hann.
- Vit visti um, at smærri bátar høvdu fingið nokkso væl av skøtu á Tangafirði, so kanska tað var vert at royna at egna línuna av har, og vónandi fáa nakrar skøtur, sigur Samson.
- Vit settu so línurnar aftur og fram á Tangafirði og suður móti Flesjunum. Vit fingu gott 150 pund uppá stampin at góðari skøtu, sum var hvít undir búkinum og hevði góðan prís.
So var kósin sett móti Aberdeen, har fiskurin varð seldur. Prísurin var rímiliga góður og serliga góður fyri skøtuna. Tí hava menn skemtandi sagt, at skøtan bjargaði túrinum, greiðir Samson Thomsen frá.
Nevnast kann eisini, at eftir ta setuna, egndu fleiri skip av á Tangafirði, men eingin fekk líka nógva skøtu sum Lizzie, tí teir vóru “fyrstir”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald