
Skrokkurin til nýggja havrannsóknarskipið er um at verða liðugur, og skal sleipast til Føroyar um stutta tíð.
Heimasíðan hjá Havstovuni skrivar, at sáttmáli varð undirskrivaður um nýggja havrannsóknarskipið í mai í 2017, og Mest fekk síðan Western Baltic Shipyard í Litava at smíða skrokkin.
Skrokkurin er nú um at vera liðugur, og skipasmiðjan hevur boðað frá, at hann verður klárur at sjóseta tann 31. august.
Skrokkurin verður latin Mest tann 4. september. Eftir tað verður hann sleipaður inn á Skála, har skipið verður gjørt liðugt.
Nýggja rannsóknarskipið, ið enn ikki hevur fingið navn, verður 54 metrar langt, og 12,6 metrar breitt.
Núverandi rannsóknarskip, Magnus Heinason, er 44,5 metrar langt, og 9,53 metrar breitt.
Magnus Heinason er bygdur í 1978.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald