Innanlands

Skúlanæmingar vitjaðu umborð - men ivasamt um teir verða sjómenn

Eftir at hava ligið nakrar dagar við bryggju, fer Tróndur í Gøtu eftir ætlan á makrelveiðu í kvøld. Men fyrrapartin vóru fýra dreingir úr sjeynda flokki á vitjan

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-06-14 22:43 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fyrrapartin vóru fýra dreingir úr sjeynda flokki í Kelduni og vitjaðu umborð á Tróndi í Gøtu, sum lá í Runavík.

Av maskinstjóranum vóru teir kunnaðir um veiðuhættir, arbeiðsgongdir, fiskasløg teir veiða, oljunýtslu og annað umborð. 

Dreingirnir vístu áhuga og spurdu um ymiskt.

Eisini fingu teir at vita, at skipið hevði landsstreym, og tí var einki óljóð frá nøkrum motori.

Tá rundvísingin og kunningin var av, vóru teir bjóðaðir í messuna, har teir fingu sodavatn og okkurt søtmeti afturvið. Tað dámdi teimum væl, og aftaná sluppu teir at spæla telduspøl eina løtu. 

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð samstundis; so dreingirnir fingu eina heilt stutta kunnan um hansara arbeiði. Eisini fingu teir eina heilsan frá Guds orði, og løtan endaði við bøn.

Orðið var frá Jesaja 41,13: 

-Tí at eg, Harrin Gud tín, haldi teg í høgru hondina og sigi við teg: Óttast ikki, eg hjálpi tær.-

Eftir at hava ligið nakrar dagar við bryggju, fer Tróndur í Gøtu eftir ætlan á makrelveiðu í kvøld.

Skúlanæmingarnir fara ikki við, og eftir útsøgn teirra er ivasamt, um nakar verður sjómaður. Livst so spyrst!

Skúladreingjunum, manningini og sjófólki annars verður ynskt Guds signing og varðveitlsu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder