Innanlands

Slánar við tómum maga komnir at landi

Stórur toskur, sum er ógvuliga rak, svimur millum oyggjarnar

2019-09-23 18:23 Author image
Ingi Samuelsen

Samstundis sum Hagstovan boðar frá, at avreiðingarnar toski í ár eru størri enn tær hava verið í nógv ár, so boðar Havstovan frá, at toskurin, sum er at fáa nær við landi, er ógvuliga rak, helst orsaka av troti av føði.

Boðað er frá, at nógvir slánar hava verið at fingið inni við land í seinastuni. Slnanur eru stórur rakfiskur.

Havstovan hevur fingið nakrar av hesum slánunum inn til kanningar. Hesir vóru veiddir í Vestmannasundi, tætt við Fútaklett. Hesir fiskar vóru fullir í lús, tað sum verður kallað seiðalús, sum toskur eisini kann fáa.

Tríggir fiskar vóru kannaðir, og vóru teir 65, 69 og 82 sentimetrar langir. Teir vigaðu úr 1,7 kilo uppí 5,1 kilo. Konditiónsfaktorurin (FiskaBMI) varð ávikavist 0,66 – 0,62 – 0,93. Konditiónsfaktorurin skal helst liggja um 1. Tann eini kann sigast at vera rak ímeðan hinir báðir vóru sera rak.

Aldursgreiningin av nytrunum vísti, at tveir av toskunum vóru fýra ára gamlir og tann eini var seks ára gamal. Tann eini fýra ára gamli var ein rognafiskur. Hinir báðir høvdu sil. Toskur gerst kynbúgvin sum trý ára gamal. Hetta merkir at allir hesir fiskarnir eru kynsbúnir fiskar, sum allarhelst hava gýtt nakrar ferðir.

Livrarnar høvdu nógvan sandmaðk í sær og vóru sera lítlar. Magainnihaldi bleiv eisini kannað og har var lítið í. Í tí eina maganum var onki í, í einum var ein nebbasild og í tí triðja nakrar slangustjørnur. Annars hevur verið sera lítið av nebbasild í toskamagunum sum Havstovan hevur kannað í ár.

Leita eftir føði
Hesir toskarnir koma undir land at leita eftir føði. Tað er tí at lítið av føði er útiá djúpri sjógvi. Í vár vístu kanninganar hjá Havstovuni at gróðurin var sera lítil, og tá ið hann so kom, kom hann sera seint.

Hetta ávirkar alla restina av vistskipanini, soleiðis at tað verður sera líti av føði til allar aðrar liðir í føðiketuni. Tí koma slánarnir nærri landi at leita sær føði. Gamalt var, at tá ið tú fekst slíkar fiskar inni við land, so vóru útlitini ring, tó kunnu umstøðurnar skjótt broytast. Um teir klára seg ígjøgnum veturin, byrja teir at koma fyri seg aftur og kunnu tí vera við í gýtingini aftur komandi ár, skrivar Havstovan á netinum.