Frystilínuskipið Pison kom leygardagin aftur av Flemish Cap við fullari last av toski. Virðið er 8-9 milliónir krónur, men orsakað av verkfallinum, sleppa teir ikki at landa fiskin.
Høvdu vit sloppið av við fiskin og fingið hann inn á virkið, so vit kundu komið víðari og avstað aftur. Vit eru ikki partur av nakrari streyk, men eru lastir fastir her, segði Eyðstein Sørensen, skipari, í Degi og viku í kvøld.
Pison fór úr Føroyum til fiskiskap 24. apríl.
Hann greiddi frá, at teir hava søkt um undantaksloysi at lossa fiskin, men hava einki svar fingið.
Polarstjørnan liggur eisini við sama trupulleika í Klaksvík, og aðrir bátar eru á veg til fullfermdir av Flemish Cap til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald