Innanlands

Smáligt við upsa

Hóast vit nú skuldu verið í bestu upsatíð, so er fiskiskapurin framhaldandi smáligur

Meinhard Augustinussen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Meinhard Augustinussen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-03-04 20:22 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Fiskiskapurin hevur verið smáligur í ár, og hóast vit nú skuldu verið í bestu upsatíð, so er fiskiskapurin framhaldandi smáligur.

Tað sigur Meinhard Augustinussen, maskinmaður á Niels Paula, sum samtrolar við Steintór.

Trolararnir landaðu í morgun góð 160.000 pund í Hvalba.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Vit hava fyri tað mesta roynt eystanfyri og meginparturin av veiðuni er upsi. Vit hava verið úti í 12 dagar, so túrurin er langur. Fyri nøkrum árum síðani fingu vit nærum helmingin av ársinntøkuni í fyrsta ársfjórðingi, tí tá var ofta upsarok í fleiri vikur. Soleiðis er tíverri ikki longur, sigur Meinhard.

Sjey mans eru við hvørjum skipið og teir landa fast í Hvalba.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun og fekk eitt prát við Meinhard. Bøn var eisini biðin fyri skipum og manningum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder