Uppsjóvarskipið Norðingur landa í vikuni eina last av svartkjafti á umleið 1.900 tons til Havsbrún í Fuglafirði.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi hendan túrin, og skipið fór aftur til fiskiskap tá ið liðugt varð at landa.
Í løtuni eru tað, av teimum føroysku skipunum, Norðingur og Arctic Voyager, sum eru á svartkjaftaveiðu.
Flestu uppsjóvarskipini bíða eftir at sildafiskiskapurin tekur seg upp í íslendskum sjógvi.
Eisini grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq er á svartkjaftafeltinum í løtuni.
Uppsjóvarskipið Vestmenningur landaði sunnudagin eina last á umleið 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún, og liggur framvegis á Fuglafirði.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald