Innanlands

Smáligur fiskiskapur - Gadus hevur sett kós móti Føroyum

Gadus hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum síðan síðst í august

Savnsmynd (Mynd: JFK)

Savnsmynd (Mynd: JFK)

2018-11-11 17:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Gadus úr Klaksvík, hevur sett kós móti Føroyum.

Gadus hevur verið til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Gadus fór til fiskiskap tann 29. august, og nú teir koma heim, hava teir umleið 500 tons av flaki í lastini.

Akraberg er í løtuni til fiskiskap í Barentshavinum, og har verður eisini upplýst at fiskiskapurin er smáligur.

Enniberg, sum er tann triði Barentshavstrolarin, vit hava eftir í flotanum, er á Skála, har teir gera ymiskt arbeiði í sambandi við at skipið skal klassast. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder