Innanlands

Smáligur makrelfiskiskapur

Makrelfiskiskapurin er sera smáligur í løtuni

Flotin hjá Varðanum við bryggju í Runavík fyrr í summar (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Flotin hjá Varðanum við bryggju í Runavík fyrr í summar (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-07-15 06:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini hava sera smáligan fiskiskap í løtuni frættist frá feltinum.

Skipini leita eftir makreli ymsastanðis í føroyskum sjógvi, men úrslitið er tað sama. Fiskiskapurin er sera smáligur í løtuni.

Helst er tað ringa veðrið, sum vit hava havt seinastu dagarnar, sum er orsøkin til vánaliga fiskiskapin, og fleiri av makrelskipunum komu eisini inn at bíða til veðrið batnaði.

So skjótt veðrið bleiv betri fóru uppsjóvarskipini aftur til fiskiskap, men fiskiskapurin hevur tó ikki tikið seg uppaftur enn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder