Skipasøga

Søgulig mynd

Hvítiklettur hevur skotið ein hval og sleipað hann inn norðanfyri brúnna, og síðani sleipar útróðrarbáturin Borðoyarnes hvalin suður til hvalastøðina við Áir

Mynd: Jónstein Dam, sáli

Mynd: Jónstein Dam, sáli

2021-05-05 21:50 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Myndin sýnir skipið Hvítaklett, sum hevur skotið ein hval og sleipað hann inn norðanfyri brúnna við Streymin. Síðani sleipar útróðrarbáturin Borðoyarnes hvalin suður til hvalastøðina við Áir, har hann varð hálaður uppá land og skorin upp.

Myndin er tikin av brúnni, sum varð tikin í nýtslu í oktobur í 1973.

Nær myndin varð tikin er ikki vist.

Herman Hermansen og fleiri í Hósvík áttu Hvítaklett, meðan Hjalmar Johannesen og aðrir við Norðskála áttu Borðoyarnes.

Myndaánari: Jónstein Dam, sáli.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder