Havstovan søkir nú eftir nótaskipi at gera vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar.
Rannsóknirnar verða fíggjaðar við granskingarkvotu. Upp til 1.900 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar. Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota.
Rannsóknirnar verða í tíðarskeiðinum 29. juni til 24. juli 2020. Fyrstu dagarnir verða brúktir til fyrireikingar; væntandi verður siglt 1. juli. Kanningin verður gjørd sum partur av eini felags kanning, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka.
Skipið skal bera útreiðslurnar, sum Havstovan hevur í sambandi við makrelkanningarnar í summar. Útreiðslurnar verða mettar at verða umleið 600.000 krónur, og fevna um ymsa útgerð í sambandi við kanningarnar, umframt útreiðslur hjá Havstovuni í sambandi við siglingina og til viðgerð av data og sýni, sum eru tikin umborð. Endaligu útreiðslurnar verða gjørdar upp eftir túrin.
Undanfarin ár eru skip sum Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði brúkt til hesar kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald