Tað var í gjár, at reiðaríið Framherji í Fuglafirði, boðaði frá, at tey høvdu skrivað undir sáttmála at byggja nýggjan Akraberg.
Skipið skal byggjast á Vard Brattvaag í Noreg, og Maritimt Magasin skrivar í dag, at talan verður sniðið Vard 8 02. Modellmynd av hesum sniðinum av trolaranum sæst omanfyri, og má sigast at vera sera framkomið skip í útsjónd.
Nýggi Abraberg verður 84 metrar langur og 17 metrar breiður, og skal fiska botnfisk, rækjur, og kunna gera súrløgu umborð.
Nýbygningurin fer eisini at hava battarískipan, sum merkir at nýtsla kann gerast av elspølunum umborð. Sostatt kann skipið liggja við bryggju uttan at motorarnir eru frá.
Akraberg fer at kosta góðar 300 milliónir krónur og skal vera liðugur á sumrið 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald