Nógv virksemið hevur verið á virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og á kryvjivirkinum hjá Bakkafrosti í Vági.
Men í løtuni er steðgur, og tað verður tað næstu vikurnar, skrivar Suðurrás í dag.
Um miðjan februar tók Varðin Pelagiv ímóti seinastu lastini í hesum umfarinum, og síðani hevur ikki verið arbeitt á virkinum.
Á kryvjivirkinum hjá Bakkafrosti í Vági vórðu seinastu tonsini av laksi úr Froðba kruvd og pakkaði í farnu viku. Har verður einki arbeiði á kryvjivirkinum aftur fyrr enn í mai ella juni mánað.
Talan er um nógv arbeiðspláss í oynni, tí á Varðanum Pelagic arbeiða eini 150 fólk, og hjá Bakkafrost í Vági eini 40 fólk, veit Sudurras.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald