2022-04-01 16:57
Fríggjadagin 1. apríl tekur Marita Rasmussen við sum stjóri á Havstovuni.
Marita, sum seinastu 14 árini hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum, tekur við starvinum eftir Eilif Gaard, ið hevur verið stjóri á Havstovuni í 12 ár.
– Havstovan takkar Eilifi hjartaliga fyri tíðina hann hevur sitið við róðrið, og ynskir samstundis Maritu bestu eydnu í stjórastarvinum, skrivar Havstovan á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald