Innanlands

Stoltleikin hjá Gullak Madsen skal landa fyrstu lastina í Føroyum

Flaggskipið í donsku fiskivinnuni skal landa fyrstu lastina hjá skipinum í Føroyum

2021-09-30 22:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um nýbygningin Ruth, sum Gullak Madsen úr Kvívík, eigur.

Skipið, sum er knappar 90 metrar langt, er størsta og mest framkomna fiskiskipið í danska flotanum.

Ruth hevur verið sín fyrsta túr, síðan skipið varð yvirtikið. Skipið hevur verið á makrelveiðu, og skal Ruth landa 1200 tons til Pelagos í Fuglafirði.

Áðrenn farið verður á Fuglafjørð, skal skipið til Kvivíkar, har teir vera í morgin klokkan 10 fyrrapartin, og síðan fer skipið á Klaksvík, har teir vera klokkan 15.

Ruth skal landa í Fuglafirði í annaðkvøld, og fer síðan aftur til fiskiskap.

Av tí at korona framvegis herjar, er avgerð tikin um, at eingin skal í land ella umborð, meðan skipið er í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder