Í morgun kom danski sleiparin Valdemar á Toftir við fóðurflakanum Stóragjógv. Hann hevur í fleiri dagar sleipað Stórugjógv úr Stettin í Pólandi, har flakin er gjørdur.
Fóðurflakin, sum er seldur Bakkafrosti, var lagdur at bryggju á Toftum, har okkurt smávegis skal gerast, áðrenn hann verður lagdur við aliringarnar út fyri Stórugjógv á Nesi.
Tað er GroAqua á Kambsdali, sum hevur gjørt flakan í Pólandi. Teir eru serkønir í at gera fóðurflakar og ymiska útgerð til alivinnuna.
Flakin er 33 metrar langur,13 metrar breiður, hevur 12 linjur, (tangar) og tekur 700 tons av fóðri.
Flakin verður drivin við ravmagni frá SEV og er tí so grønur sum gjørligt. Hann hevur eisini motorar, sum veita streym, um streymurin úr landi verður burtur.
Inni í flakanum er eitt rúm har telduútgerð, borð, lítil køkur og annað er, sum alarnir nýta. Niðri undir standa motorarnir og onnur útgerð.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Valdemar og heilsaði uppá manningina, sum taldi fýra. Teir skundaðu sær avstað aftur, tí nýggjar uppgávur bíðaðu. Stóragjógv fekk eisini vitjan.
Teimum umborð á Valdemar og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Fleiri myndir síggjast á Facebooksíðuni hjá Sjómansmissiónini her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald