Innanlands

Subpolari meldurin er styrknaður

Subpolari meldurin í Norðuratlantshavi verður hildin at hava stóran týdning fyri havumhvørvið kring Føroyar

Myndir: Havstovan

Myndir: Havstovan

2018-09-21 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Subpolari meldurin í Norðuratlantshavi verður hildin at hava stóran týdning fyri havumhvørvið kring Føroyar. Í nýggjari grein, prentað í tíðarritinum Journal of Geophysical Research, verður sonevnda gyru indeksið neyvari lýst og dagført. Hetta vísital, sum granskarar á Havstovuni innførdu í 2005, er í dag nógv brúkt millum altjóða havgranskarar, skrivar Havstovan á heimasíðu sína.

Mynd: Subpolari meldurin og økið sum hann ávirkar (reydligt)

Vegna nógv hitatap frá havi til atmosferu seinastu vetrarnar, sakk nógvur sjógvur niður á stór dýpi í Labradorhavinum og Irmingerhavinum, og tískil øktist styrkin á subpolara meldrinum eftir veturin 2014-2015, sum lýst við gyru indeksinum. 

Longu í 2016 spáddi Havstovan, at hetta kundi føra við sær økta uppblanding av tøðevnum, og tískil øktan gróður og økta mongd av djóraæti, ið er føði fyri fugl og fisk. Og nú eru veruliga tekin um batar inni á Landgrunnium, tí øking sæst í nøgd av silikati, gróðri, nøgd av nebbasild á Landgrunninum, sjófugli í bjørgunum og av botnfiski.

Mynd: Gyru indeksið og densiteturin í sjóøkinum sunnanfyri Ísland (reydligt í Mynd 1). Tíðir við góðum livilíkindum á Landgrunninum hanga saman við sterkum meldri.

Hesar broytingar eru eisini eyðmerktar við at saltinnihaldið í sjónum um okkara leiðir lækkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder